Hvat bjóðar KTin.fo

KTin.fo er eitt virki, ið ynskir at veita kundum sínum eina góða og persónliga tænastu. Høvuðsdentur verður altíð lagdur á at geva kundanum loysnina, ið nøktar júst hansara tørv.

KTin.fo bjóðar umsiting og uppseting av servarum, teldum og netverki umframt vanliga brúkarahjálp.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ynskir at frætta meira.